Fundurin verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn.
Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, og serliga hvørjar broytingar eru í treytum samanborið við undanfarin ár.
Kunningarfundurin verður hildin, nú lýst aftur verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.
Freistin at søkja er 10. desember 2023 kl. 12 føroyska tíð.
Lesið meira her: https://www.gransking.fo/.../kunningarfundur-studul-til...