Kunningardiskurin á flogvøllinum

Eftir at hava fylgt eitt sindur við í bløðum og loftmiðlum , og serstakliga lisið úttalilsi hjá Reidar Nónfjall, viðmerking hjá Frank Davidsen og lesarabræv hjá Marius Dam, um privatisering av kunningardiskinum á flogvøllinum, føli eg meg noyddan at siga mínna hugsan í hesum lítla máli. Eg sigi lítla, tí tað hevur als ongan tídning fyri teir og tey, sum sita og spæla við mannalagnum á einum skrivaraborið og ongantið sjálvi hava roynt at bróta upp um armar og skapa nakað nýtt, men eg meini undir ongum umstøðum ?lítla? tá ið eg tosi um tær mannalagnur henda privatiseringin kemur at forkoma.

Tá ið Reidar Nónfjall sigur, at ein av orsøkinum til privatiseringina er, at halda útreiðslur niðri, má eg spyrja um hann hevur funnið ein lykil til at fáa nul útreiðslur minni enn nul, tí kunningardiskurin kostar honum jú so gott sum einki at reka:


Strandferðslan

rindar 40%

Ferðaráðið40%

Atlantic

Airways13%

Smyrilline4%

Faroe Travel3%


Hetta er samansetingin sum eg minnist hana ? kanska onkur lítil broytingg er komin síðan, men er sikkurt ikki tað stóra.

Umframt hesum rindar Almannastovan helvtina av tí fasti lønini hjá teimum báðu starvsfólkunum, og Statens Luftfartsvæsen rindar bæði húsaleigu og hita. So ikki kann sigast annað enn, at her ræður samarbeiði og her ræður demokrati.

Umleið ár 1990 varð nógv tosað um ferðavinnuna og serstakliga ferðaráðið, og gekk tað tá sum ein reyður tráður ígjøgnum alt málið, at fekst Jákup Veyhe burtur úr stólinum og aðrir góðir menn/kvinnur komu til, so var ferðavinnan bjarga. Ja tað manglaði bert eitt, og tað vóru fleiri pengar at ráða yvir. Alt hetta var framt, Jákup Veyhe bleiv uppsagdur og nýggjur maður kom í hansara stað og peninganøgdin hjá teimum nýggju er nú 8 milliónir krónur. Jákup Veyhe hevði 2,6 at ráða yvir.

Hvat er so hent síðan 1990. Sigur og skrivar einki er hent, jú ferðaráðið hevur fingið flott hølir at verða í, nógv fólk í starv og nógvar ferðir verðina runt ?at umboða Føroyar?.

Tað sær út til at støðan endurtekur seg, nú er tað ikki Jákup Veyhe ið stendur fyri tørni, nei nú eru tað tey bæði á kunningardiskinum á flogvøllinum.

Og hví er tað so:

Sum greitt frá omanfyri, kann tað ikki hava nakað við økonomi at gera, tí ? og tað er mín pástandur ? tað kann ikki gerast bíligari, tað verður bert dýrari.

Betri tænastustøði ? tað trúgvi eg ikki uppá ? tí tey otta árini ið eg arbeiddi á flogvøllinum hoyrdist einki annað enn rósandi orð um kunningardiskin og tað goðu tænastu hann stóð fyri, hetta hoyrdist bæði frá føroyingum, men ikki minni frá útlendingum sum komu hendanvegin. Sjálvur tori eg at pástanda, at kunningardiskurin var tann tænastan á flogvøllinum sum virkaði best. Hvussi nógvir føroyingar við mær hava ikki roynt at fingið fatur í flogvøllinum, og tá ið ein var við at gevast at ringja, var bert kunningardiskurin eftir og hann svarðaði..

Míni ráð til tykkara, ungi menn og kvinnur, sum ráða fyri borgum her í Føroyum í dag, skulu verða:

Lat vera við at oyðileggja tað sum gongur gott og er bíligt at reka, leggji heldur tykkara kreftur og evni í at skapa nakað nýtt, sum betrar um hetta samfelagið og ger tað liviligari hjá teimum sum búgva her, soleiðis at tey verða verandi, eisini í framtíðini. Eg veit gott at tað er so nógv lættari at blíva populerur uppá annans arbeiði.


Trongisvágur 9.november 1998

Heri Mortensen