Kunning um uppskotini til brúkarapolitikk

- ein brúkaravegleiðing, so tú kanst gera tínar egnu metingar

Uppskotini hjá Javnaðarflokkinum til brúkarapolitikk eru umrødd í fjølmiðlunum. Og tey hava verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum. Sum kunnugt eru ymisk sjónarmið um tørvin á hesum brúkarapolitisku framtøkunum.
Her er ætlanin at siga lesaranum frá, hvussu tú kanst gera tínar egnu metingar, við at seta teg inn í ta lættlesiliga álitið ella frágreiðingina, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt um tørvin á einum veruligum brúkarapolitikki í Føroyum. Og samstundis kunna teg um lógaruppskotini um Marknaðarføring, Brúkarakærunevnd og Brúkaraumboð.

<sum>Far inn á heimasíðuna hjá Javnaðarflokkinum:
<sum>www.javnadarflokkurin.fo
<sum>Á forsíðuni kanst tú klikkja beinleiðis á:
<sum>?Álit um brúkarapolitikk og brúkarastovn?.
<sum>Innihaldsyvirlitið er á s. 2 í álitinum.
<sum>Har kanst tú klikkja beinleiðis á teir ymisku partarnar av álitinum.

Hevur tú ikki atgongd til teldu við interneti, so kanst tú ringja til skrivstovuna hjá Javnaðarflokkinum á Gamla Apoteki í Havn, tlf. 312493, og sig frá, at tú fegin vilt hava Brúkaraálitið sendandi. So fært tú tað.
Álitið um Brúkarapolitikk og Brúkarastovn er skipað í fleiri kapitlar, og eru teir hesir:
<sum>Samandráttur: Her verður greitt frá, hvussu brúkaramál best kunnu røkjast, og hvussu skipanin er ætlað at vera.
<sum>Grundgevingin fyri brúkarapolitikki og brúkarastovni: Her verður gjølla grundgivið fyri, hví hesi brúkarapolitisku tiltøk eru neyðug og samfelagsgagnlig í einum nútímans brúkarasamfelag við marknaðarstýring.
<sum>Verandi lógargrundarlag: Her verður greitt frá, hvat hendi tá Kappingarlógin kom í 1997 og lógin um Príseftirlit samstundis varð sett úr gildi.
<sum>Frágreiðing um lógaruppskotini: Her verða lýst uppskotini til lóg um Marknaðarføring, Brúkarakærunevnd, Brúkaraumboð og bygnaðurin á ætlaða brúkarastovninum. Samstundis verður greitt frá hvussu hesi viðurskifti eru skipað í hinum norðanlondunum.
<sum>Um Brúkarafelagið: Her verður í stuttum sagt frá Brúkarafelagnum, sum varð stovnað í 1974 og tikið av aftur í 1992.
<sum>Sjálvi lógaruppskotini um Marknaðarføring og Brúkarakærunevnd: Her er sjálvur lógarteksturin, við viðmerkingum til einstøku greinarnar.
<sum>Svar frá hoyringum: Álitið og lógaruppskotini vóru send nógvum til ummælis og her verður greitt frá innkomnu svarunum.
<sum>Tilmæli frá íslendska brúkarasamtakinum: Av tí at tey, sum ikki vilja taka undir við okkara uppskoti, vísa til at vit heldur átti at brúkt tað ?íslendska modellið?, hava vit biðið um og prentað her eina frágreiðing frá stjóranum fyri íslendska brúkararáðnum. Hann mælir harðliga frá at brúka ?íslendska modellið?!

Hevur tú atgongd til teldu við interneti, kanst tú eisini hoyra orðaskiftið undir 1. viðgerð av lógaruppskotinum, við at fara inn á heimasíðuna hjá løgtinginum: www.logting.fo . Her skalt tú velja Tingmál, síðani Vanlig tingmál, síðani Nr. 45 ella 46, og so klikkja á ?orðaskifti?. So kanst tú hoyra hvat umboðini fyri teir ymisku flokkarnar søgdu.