Klaksvíkar Kommuna skyldar meria enn eina alíkning
Samlaða skuldin hjá Klaksvíkar Kommunu verður 1. januar 2009 omanfyri 170 milliónir kr. Í 2008 verða goldin rentur og avdráttir fyri góðar 14 mió. Krónur, og í 2009 verða rentur og avdráttir umleið 18 milliónir kr. Hetta er ein øking við 4 mió. Kr.
Í 2009 kemur Norðhavnin inn í kommunuroknskapin, og um vit gera skuldina upp, so eru lánini 133 mió. krónur og stuttfreistað skuld áleið 15 mió. krónur, meðan skuldin í Norðhavnini er á leið 23 mió. krónur. Tilsamans gevur hetta eina skuld upp á 171 mió. Kr. Vit kunnu rokna við, at ein álíkning er á leið 138 mió. krónur, so er talan um at Klaksvíkar kommuna skyldar 35 mió. krónur meir enn eina ein álíkning. Neyðugt er, at kommunan fær hetta í rættlag sum skjótast.
Rakstur og gjaldførið hjá Klaksvíkar Kommunu
Sum heild má sigast. at raksturin hjá kommununi er galoperaður tey seinastu árini. Hækkandi inntøkur hava ført til munandi øking í rakstrarútreiðslunum. Saman við íløgum og rakstri hevur kommunan tey seinastu fýra árini nýtt munandi meir, enn tað sum er komið inn í skatti og øðrum inntøkum. Hetta saman við, at tað er trupult at fáa lán orsakað av fíggjarkreppuni í heimunum, hevur ført til, at støðan er tann, at kommunan í dag hevur vánaligt gjaldføri.
Raksturin – barnaansing, mentan, fyrisiting
Eg skal her bert viðgera nøkur av teimum økjum í rakstrinum hjá kommunun,i sum eru økt sera nógv. Í stuttum kann sigast, at tað eru hend sera stór lop í rakstrinum, og tað er eftir mínum tykki ikki íløgur ella fíggjarstýringin, sum er tað sentrala økið at koncentrera seg um í dag. Men hinvegin er tað raksturin og búskaparstýringin og bygnaðurin hjá kommununi, sum má viðgerast.
Barnaansing og annað
Eftir at kommunan yvirtók barnaverndarøkið og barnaansingina, eru útreiðslurnar á hesum øki øktar munandi. Hetta er ein stórur partur av rakstrinum hjá kommununi upp á eini 23 prosent. Í 2000 vóru útreiðslurnar slakar átta mió. krónur, og í 2008 vóru útreiðslurnar góðar 30 mió. krónur. Tað merkir, at útreiðslurnar í 2008 eru góðar 22 mió. krónur hægri, enn tær vóru í 2000. Men tað er at frøast um, at kommunan hevur megnað at fáa fleiri ansingarpláss, tí neyðugt er, at hetta økið er væl útbygt.
Mentunarmál
Innan mentunarøkið er økingin eisini sera stór. Í 2000 vórðu brúktar góðar fýra mió. krónur, og í 2008 er metingin 13 mió. krónur. Hetta eru heilar níggju mió krónur meira enn í ár 2000.
Kommunal umsiting
Innan kommunalu umsitingina er økingin eisini sera stór. Í 2000 var kostnaðurin av umsitingini góðar seks mió. krónur, og í 2008 er metingin, at umsitingin kostar á leið 15 mió. krónur. Hetta eru heilar 8,5 mió kr. meir enn í ár 2000. Partur í vøkstrinum stavar eisini frá, at kommunan yvirtók barnaverndina, sum í 2008 kostar eina góða mió. krónur í rakstrinum.
Raksturin nógv øktur frá 2000 til 2008
Í ár 2000 var raksturin 45 prosent av inntøkunum, í 2004 69 prosent, og í 2008 er metingin, at raksturin verður heili 72 prosent av inntøkunum. Hetta vísir í allar mátar, at her er grundleggjandi neyðugt við økonomistýring, um gjaldføri skal vera tókt, og íløgur kunnu gerast framyvir. Klaksvíkar kommuna er í dag ein væl útbygd kommuna, sum tó hevur ov nógva skuld og vánaligt gjaldføri. Eg fari at leggja fleir útgreiningar á heimasíðu mína: www.omlassen.com