Ein arbeiðsbólkur er nú settur at kanna møguleikarnar fyri at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum. Í mong ár hevur tað verið eitt ynski um at fáa eina slíka breyt við hálkubreyt, har bilførarar kunnu fáa grundleggjandi læru í bilkoyring, týdningin av at laga ferð, stýring og bremsing eftir umstøðunum og at royna vandamiklar støður í einum tryggum umhvørvi.
Tað er Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, ið hevur sett bólkin, sum eftir ætlan skal koma við einum áliti áðrenn 1. januar 2010. Í bólkinum eru: Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, sum er formaður í bólkinum, Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í Innlendismálaráðnum, Mikkel Heide Frandsen frá Landsverki, Helgi Magnusarson og John Martin Olsen løgreglumenn, Sølvi Reinert Hansen frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og Jari Lykke frá Koyrilærarafelagnum.
Í september vóru umboð fyri arbeiðsbólkin saman við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í Danmark og hugdu eftir hvussu koyritekniskar breytir virka. Vitjað var á eini koyritekniskari breyt á Amager og á FDM Sjællandsringen í Roskilde. Formaðurin í bólkinum, Jákup Jacobsen, sigur, at tey fingu nógv burturúr túrinum og sluppu sjálvi at royna ymsikt, eins og tey vórðu kunnað um hvørjir møguleikar eru slíkum anleggum. Hann roknar við, at vit um nøkur fá ár hava eina koytitekniska breyt við hálkubreyt í Føroyum.










