24 tilburðir um árið
Talið á teimum, sum fáa staðfest krabbamein í brósti, er millum 18 og 34 um árið, í miðal 24 um árið seinastu tíggju árini.
Í fjør var talið 34 í mun til 23 tilburðir árið fyri. Ein av hvørjum tíggju kvinnum verða rakt av bróstkrabba.
Bróstkrabbi er sostatt tað slagið av krabbameini, ið rakar flest kvinnur í Føroyum.
Krabbamein í lungunum er tað slagið, ið rakar flestar menn; ein av hvørjum hundrað monnum verða raktir av bróstkrabba.
Í 2004 fingu 215 føroyingar staðfest krabbamein, tað er 20 fleiri enn árið fyri.
Í miðal 187 tilburðir eru skrásettir seinastu tíggju árini.
Sjálvskannan av bróstunum
Kannar tú bróstini regluliga, er góður møguleiki fyri at finna bróstkrabba tíðliga. Tað verður malt til at kanna bróstini og armholurnar eina ferð um mánaðin.
Soleiðis kannar tú teg sjálva:
Nýt lætta flata hond, tá ið tú leitar eftir knútum.
Høgru hond vinstra bróst.
Vinstru hond høgra bróst.
Tað tekur bara ein minutt eina ferð um mánaðin. Tað er lætt at gera, tá ið tú ert undir brúsu, tá ið sápa er á húðini og helst beint eftir mánasjúku.
Ger lítlar sirklar/kringar frá bróstvørtuni runt alt bróstið og upp í armholuna. Um tú kannar bróstini regluliga, veitst tú hvussu tey eiga at følast. Tí verður lættari hjá tær at leggja til merkis møguligar broytingar.
Merkir tú ein knykil, nýtist tað ikki at vera krabbamein, men lat ein lækna gera tað av í øllum førum.
Visti tú hetta?
" Oftast merkir kvinnan sjálv ein knykil
" Sjúkan er sjáldan staðfest hjá kvinnum undir 30 ár
" Um bróstkrabbi verður funnin nóg tíðliga og verður viðgjørdur beinanvegin, er góður møguleiki at gerast frísk, og viðgerðin verður tá mildari.
Kelda: Føroya Felag móti Krabbameini
Orsøkir til bróstkrabbamein
Krabbamein í brósti er ein sjúka, sum rakar kvinnur, men í nøkrum fáum førum eisini menn. Hormonir hava eftir øllum at døma ein avgerandi leiklut, tá talan er um bróstkrabba.
Bróstkrabbi hjá kvinnum
Hildið verður, at talið á eggloysnum og harvið tíðin, sum kroppurin er útsettur fyri østrogen og/ella progesteron frá eggjastokkunum kann siga eitt sindur um nøkur viðurskifti viðvíkjandi vandanum at fáa bróstkrabba. Fyrr kvinnan fær mánasjúku, og seinni hon kemur í skiftisárini, størri er vandin at fáa krabbamein í brósti. Kvinnur, sum eiga fyrsta barnið seint í lívinum, hava øktan vanda at fáa krabbamein í brósti, meðan barnaføðingar minka um vandan. Bróstageving minkar helst eisini um vandan.
Nýtsla av hormonískoyti eftir skiftisárini økja um vandan at fáa krabbamein í brósti, og jú longri tíð kvinnan tekur hormonískoyti, jú meiri økist vandin. Vandin minkar aftur, um kvinnan heldur uppat at taka hormonískoyti eisini um hon hevur tikið hormonir í nógv ár. Aðrir úrdráttir við gestagen og østrogen elva sama ella øktan vanda í mun til østrogenviðgerð.
P-bollar elva helst til eitt sindur øktan vanda at fáa krabbamein í brósti.
Yvirvekt í 50-60-árunum økja vandan at fáa krabbamein í brósti. Orsøkin er, at østrogen eftir skiftisárini í stóran mun gera feittvevnað.
Arvur
Bróstkrabbi er arvaligt í umleið 5 % av førunum. Illgrunin um, at bróstkrabbi arvast, ger seg serliga galdandi um:
" fleiri í familjuni í fleiri ættarlið hava havt bróstkrabba
" ein ella fleiri í familjuni hava fingið bróstkrabba í ungum árum undir 40 ár
" ein í familjuni hevur fingið staðfest bróstkrabba í báðum bróstum
" onkur í familjuni hevur havt krabbamein í eggjastokkunum ella eggjaleiðarunum
Lívsstílur
Títtleikin av krabbameini í brósti er størri í USA, Kanada og Norðurevropa enn í Asia og Afrika. Vandin letur til at hava nógv við lívsstíl at gera, heldur enn arvalig viðurskifti, tí vandin økist, um kvinnan flytir úr einum landi í annað land, har títtleikin er stórur.
Rørsla
Kvinnur, sum ikki eru likamliga virknar, eru í øktum vanda at fáa krabbamein í brósti. Tað er galdandi fyri kvinnur í øllum aldri. Meiri tú rørir teg, minni er vandin. At røra seg nógv setir niður vandan, sama um tú vigar ov nógv ella ikki. Kvinnur, sum røra seg nógv, hava 30 % minni vanda at fáa bróstkrabba enn kvinnur, sum ikki røra seg.
Maturin
Kvinnur, sum eta nógv animalskt feitt í árunum áðrenn skiftisárini serliga feitt frá reyðum kjøti og feitum mjólkarúrdráttum eru møguliga í størri vanda at fáa bróstkrabba.
Rúsdrekka
Kvinnur, ið drekka rúsdrekka, eru í øktum vanda at fáa bróstkrabba samanborið við kvinnur, ið ikki smakka sær á. Vandin økist við nøgdini, ein drekkur. Eingin munur er á, um kvinnan drekkur vín, øl ella brennivín. Mett verður, at rúsdrekka er atvoldin til 3 % av tilfeldunum av bróstkrabba í Evropa.
Tubbakk
Royking ávirkar østrogenstøðið og roykjarar koma fyrr í skiftisárini enn tær, ið ikki roykja. Ástøðiliga setir hetta niður vandan at fáa bróstkrabba, men grund er ikki at halda, at royking setir niður vandan at fáa krabbamein í brósti.
Kelda: Kræftens Bekæmpelse
Bót til Bata
Bót til Bata er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini við kvinnum, ið hava ella hava havt krabbamein í brósti. Kvinnurnar koma regluliga saman til tiltøk og hugna.
Hugtakið Bót til Bata tók seg upp millum kvinnur, sum sjálvar vóru skornar í brósti. Tær hildu, at aftan á skurðviðgerðina, var stórur tørvur á at tosa við aðrar, sum høvdu upplivað tað sama, og sum kanska kundu svara teimum mongu spurningunum, sum hópa seg upp. Kvinnurnar í Bót til Bóta vilja í fullum trúnaði fegnar hjálpa tær, um tú hevur ella hevur havt bróstkrabba. Ring til Føroya Felag móti Krabbameini á 317959 og tú verður sett í samband við ein í bólkinum.