Mannagongdin viðvíkjandi fyrispurningum um alment innlit skulu gerast greiðari. Tað er ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu.
Kommunan ásannar, at viðgerðin av fyrispurningum um alment innlit hevur í fleiri førum ikki verið nøktandi, men nú skal tað broytast.
Saman við Løgtingsins Umboðsmanni hevur kommunan nú skipað heilt greiðar mannagongdir, sum øll starvsfólk, ið hava við slík mál at gera, hava fingið holla vegleiðing í.
Eisini verður ein faldari sendur út í hvørt hús í kommununi, har greitt verður frá, hvussu ein kann biðja um alment innlit. Har verður kunnað um, hvør hevur rætt til at fáa alment innlit, hvørjar mannagongdirnar eru, og nær ein kann vænta svar.
Til dømis skal svar gevast skjótast gjørligt - í seinasta lagi 10 dagar eftir, at biðið er um innlit. Um noktandi svar verður givið, skal tað verða grundgivið skrivliga, eisini um umbønin er framsett munnliga. Um svar ikki verður givið innan 10 dagar, skal kommunan eisini kunna um, hví so er, og nær ein kann vænta svar.
Nøkur mál eru tó undantikin fyrisitingarlógini, har alment innlit er umfatað.
Tað eru til dømis mál, sum innihalda upplýsingar um privatu- ella fíggjarviðurskiftini hjá einum persóni. Upplýsingar um vinnuviðurskifti, sum hava við rakstur ella handilstilknýti at gera, sum kann føra til fíggjarligt tap, eru eisini undantikin.
Innanhýsis skjøl í kommununi eru eisini undantikin. tað eru skjøl, sum kommunan hevur gjørt til egna nýtslu, skriv til aðrar deildir í kommununi og skriv til býráðið ella nevndir tess.










