- Vit hava enn eina avtalu við Clinton, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hann dugir tó ikki at siga, um útsetingin av føroyaferðini hevur nakað samband við amerikanska valstríðið. - Eg havi ikki tíð at tosa við tykkum, og tit skulu spyrja Jan Mortensen um hatta.
Tað segði ein púra avgjørdur Onni Nordström, tá Portalurin ringdi til hansara fyrrapartin fyri at vita, hví Bill Clinton hevur útsett føroyaferðina. Onni Nordström er maðurin handan fyritøkuna World Celebrity Event, ið hevur samband við fleiri kend heimsnøvn og sum syrgir fyri, at feløg sum t.d. Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið skipa fyri fyrilestrum o.l., fáa fatur á nøvnum sum Clinton og Hans Blix.
Sjálvur sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, at Føroya Arbeiðsgevarafelag enn hevur avtalu við Bill Clinton um at koma til Føroya, og at tað verður kunngjørt seinni í vikuni, nær Clinton og Blix koma til Føroya.
Spurdur, um hví Clinton hevur útsett ferðina, sigur Jan Mortensen, at hetta spyrja tey ikki nærri um, tá tað verður sagt, orsøkirnar hjá Clinton eru persónligar.
Fyri fáum døgum síðani frættist, at Barack Obama var farin fram um konu Bill Clinton, Hillary Clinton, í valstríðnum um at gerast forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum í USA. Jan Mortensen sigur tó, at tey vita einki um, um hetta kann hava nakað við útsetingina av føroyaferðini hjá Bill Clinton at gera.
- Men vit vistu, at Clinton hevði eina tætta skrá hesa tíðina, sigur Jan Mortensen.
Hann sigur tó, at talan verður ikki um, at Hans Blix kemur einsamallur til Føroya.
- Teir samstarva um fyrilestrarnar. Clinton er høvuðsnavnið, hóast hin eisini er áhugaverdur. Tað verður tað fulla arrangementið, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.