Kunngjørdi video og manifest áðrenn álopini

Norska TV2 upplýsir í kvøld, at skuldsetti drápsmaðurin frá Oslo og Utøya, Anders Behring Breivik, stutt undan bumbuálopið á stjórnarbygningarnar í Oslo legði eitt 12 minuttir langt video út á internetið, saman við einum manifesti, ið greiðir frá teimum ætlanum, hann hevði lagt.

Klokkan 14.20 varð manifestið lagt á internetið, og klokkan 15.26 brast bumban uttan fyri forsætismálaráðnum, ið eisini húsar øðrum ráðum.

Á heimasíðu síni skrivar NRK, at Anders Behring Breivik hevur sent manifestið til ymiskar persónar, millum annað til finska nasionalistiska politikaran, Terhi Kiemunki frá flokkinum Sannfinnene.

Ideologiska manifestið, ið er heilar 1516 síður, byrjar við at greiða frá, hvussu nógva tíð og pengar, hann hevur lagt í arbeiðið við manifestinum, og hann leggur eisini upp til, hvussu hann heldur, at manifestið skal breiðast út.

Norska TV2 skrivar, at løgreglukeldur vátta bæði manifestið og video’ið.

» »Mentanarlig marxisma«, sum hon verður boðað av Frankfurterskúlanum, hevur breitt umtókta og destruktiva konseptið »kvotering«, »multimentan« og »diversitet«.

Tað er ógjørligt at sleppa undan hesum hugtøkum í dag. Hesi konseptini hava oyðilagt alla verju, europeiska samfelagið hevur, og hetta hevur lagt grundarlagið fyri islamiseringini av Europa«, stendur millum annað í manifestinum hjá Anders Behring Breivik.

Hann kallar seg sjálvan fyri høgtstandandi tempulriddara og ein av fleiri leiðarum av pan-eropeisku patgriotisku mótstandsrørsluni.

»Tíðin fyri talu er farin. Vit góvu friði ein møguleika. Tíðin er nú komin til vápnaða mótstøðu. PCCTS, Knights Templar vegna frælsu menniskjuni í Europa, boða hervið frá fyribyrgjandi kríggi móti mentanarligu marxistisku/multimentanarligu stjórnunum í Vestureuropa. Vit viðurkenna, at Europa tekniskt hevur verið í borgarakríggi síðani 1999, tá Europa og amerikanskir mentanarligir marxistar/multimentanalistar umvegis NATO fóru í álop móti kristnu serbisku styrkjunum, og frátók teimum rættin at steðga islam í teirra føðilandi«, skrivar Anders Behring Breivik í ideologiska manifestinum.