Vit hava ásannað, at sum gongdin í samfelag okkara hevur verið hesi seinastu árini innan samfelagsviðurskifti, mentunarviðurskifti og fíggjarviðurskifti kunnu vit ikki annað enn fegnast stórliga um tann fastleika og tað gløggskygni, sum landsins hægstu myndugleikar hava sýnt í viðgerðini av teimum mest týðandi og mest átroðkandi spurningum og trupulleikum, sum hava verið uppi, og sum hava verið loystir mestsum fyrimyndarliga væl so hvørt, teir hava stungið seg upp.
Havandi í huga hesi framúrskarandi úrslit, sum longu eru nádd, skal eg heita á hesar somu landsins hægstu myndugleikar um at sýna sama fastleika og dirvi og ikki víkja ein einasta tumma í viðgerðini av trupulleikum nú eins og fyrr, hvørki innan skúlagátt ella landsstýrisgátt. Tit mugu fram um alt standa saman um ábyrgdina.
Latið onnur um smáligt putl sum
at samrøða
at samstarva
at samráðast
at vísa samhuga
at vísa samanhald
Megna tit hetta, so kunnu tit allir rokna við at koma aftur í somu og glóðheitu sessir.
Við hávirðing,
R. í Holu
Landsforseti føroyskra
valamanna
E.S. Tey mongu, sum taka undir við hesum sannførdu sjónarmiðum okkara, hava høvi til at senda okkum stuðul sín við posti, telduposti ella telefaxi.
Drigið verður millum innsendararnar. Vinnari og vinningur verða kunngjørd í Sjónvarpinum.
R. í H.










