Kunngera úrslit frá landsroyndunum

Í hesi og komandi viku fáa skúlarnir úrslitini av landsroyndunum.

 

 

Skúlarnir fingu úrslitini síðst í farnu viku og í hesi vikuni, og at um hálvan oktober verður frágreiðingin um kanningina liðug. Tað veit heimasíðan hjá Lærarafelagnum at siga.

 

 

Í ár er sætta árið, at landsroynd hevur verið. Í ár vóru 1474 næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd, 715 næmingar í 4. flokki og 759 næmingar í 6. flokki.

 

 

 

Lærugreinirnar vóru sum áður føroyskt, støddfrøði og náttúra og tøkni, og leisturin var tann sami sum í fjør. Ein broyting var tó í ár samanborið við undanfarnu ár, og hon var, at royndirnar hjá næmingunum í fimm skúlum vóru talgildar.

 

 

  
- Talgilda landsroyndin gekk sum heild væl, men ávísar uppgávur vóru merktar av, at tær ikki vóru hugsaðar talgildar frá byrjanini av. Á vári 2014 verður øðrvísi, tí tá verða allar landsroyndir talgildar. Allar uppgávur verða frá byrjanini av hugsaðar í talgildum høpi. Eitt gekk tó ikki heilt so væl, sum ætlanin var. Nakrir næmingar høvdu trupulleikar við fyrisøgnini. Talan var um ein tekniskan trupulleika, sum vit fara at loysa í heyst. Vit fáa umforritað nakað í forritinum, so trupulleikin verður loystur, sigur Claus Reistrup, fulltrúi í Mentamálaráðnum.

 

 


  
Tað ber til hjá skúlunum frá hálvum september 2013 at fara inn at royna landsroyndirnar í 2012 og 2013 við at fara inn á www.9flokkur.fo, har allar talgildu uppgávurnar liggja.

 

 


 - Tað er sera umráðandi, at næmingar og lærarar hava atgongd til at royna gamlar uppgávur, ikki fyri at kenna svar til landsroyndirnar 2014, men fyri at kunna seg um, hvussu forritið riggar.