Kunngera nýggja stjóran á miðdegi

Stýrið fyri Kringvapið hevur nú sett nýggjan stjóra fyri Kringvapið og á miðdegi verður almannakunngjørt, hvør tað er.

Rúni Heinesen, stjóri fyri Kringvarpið, sigur, at 21 umsóknir vóru til starvið.

Talan var um 18 menn og tríggjar kvinnur.

Sagt varð, at 11 av umsøkjarunum hava royndir ella útbúgving á fjølmiðlaøkinum, og at níggju hava leiðsluroyndir.

Síðani er ein av umsøkjarunum settur í starv, men tey fyrstu, sum fáa at vita, hvør skal stjórna kringvarpinum, verður starvsfólkið á stovninum og síðani verður tað almannakunngjørt.

Starvið er áramálssett í fimm ár.

Nýggi stjórin tekur við eftir Anniku Mittún Jacobsen segði upp nakað síðani.