Liðið verður kunngjørt á tíðindafundi klokkan 10 í morgin í FSF húsinum við Tórsvøll.
Har fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til HM undankappingardystirnar móti Kekkia og Montenegro.
Leygardagin 22. mars klokkan 19:45 spæla Kekkia og Føroyar í Kralove í Kekkia, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 25. mars, eisini klokkan 19:45, tekur Montenegro ímóti á Gradski Stadion í Niksic í Montenegro.