Kunngera kanska myndir av bin Laden

Tað eru ikki øll, sum eru sannførd um, at amerikanararnir veruliga hava beint fyri Osama bin Laden, og tí umhugsar USA at almannakunngera myndir av líkinum.

-Vit fara at gera alt fyri at sannføra øll um, at tað var Osama bin Laden. Tí hava vit valt at almannakunngera upplýsingar, og nú fara vit at taka støðu til, um vit skulu almannakunngera myndir eisini, sigur John Brennan, sum er yvirgangsráðgevi hjá Barack Obama, forseta.

Amerikonsku myndugleikarnir hava sagt, at bin Laden varð raktur av tveimum skotum í høvdið.

Formaðurin í trygdarnevndini hjá Senatinum, Joseph Lieberman, sigur, at tað kann gerast neyðugt hjá USA at almannakunngera myndirnar av bin Laden, hóast tær uttan iva eru ógvusligar.