Kunngera høvuðsnavnið á Rás2

Seinnapartin fer Summar Festivalurin at kunngera høvuðsnavnið til festivalin næsta ár

– Stóra navnið á Summar Festivalinum næsta ár verður minst líka spennandi, sum høvuðsnavnið í fjør, Twisted Sister, siga fyrireikararnir

 

Startskotið til Summar Festivalin 2015, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august, verður skotið seinnapartin í dag, tá høvuðsnavnið verður avdúkað í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 15.

 

Forsølan til Summar Festivalin byrjar byrar eisini seinnapartin í dag, og tað er í hesum sambandi, at høvuðsnavnið verður avdúkað.

 

Rás2 sendir í ein tíma við tíma seinnapartin við práti við fyrireikara, tónleiki hjá bólkinum, ið verður avdúkaður, og lurtarakapping um atgongumerki.

 

Í fjør var amerikanski rockbólkurin Twisted Sister høvuðsnavn á Summar Festivalinum, og fyrireikararnir siga, at teir draga eina minst líka spennandi kanin burtur úr hattinum seinnapartin í dag.

 

Atgongumerki til Summar Festivalin verða seld á heimasíðuni sf.fo eftiravdúkingina í dag og frá í morgin í Telebúðum.