Kunngera høvuðsnavn í dag

Um ein tíma ella so avdúkar Summar Festivalurin eitt av høvuðsnøvnunum á Festivalinum í ár

Hetta verður gjørt í seinnapartssendingini á Rás2, sum í dag sendir beinleiðis úr Klaksvík.

 

Har hava vertirnir júst sagt, at tey í tímanum millum klokkan 16 og 17 fara at avdúka eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summar Festivali. 

 

Summar Festivalurin í ár verður hildin 7. til 9. august.