Nýggju herdu krøvini til hvíld hjá sjófólki eru ikki sett í gildi enn. Kunngerðin hevur verið til hoyringar, men Vinnumálaráðið drálar við at seta reglurnar í gildi.
Tað sigur FSN, Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
- Vit hava bygt stóran part av okkara sáttmálakrøvum á nýggju hvíldarreglurnar. Nú arbeiða flestu av limum okkara hjá Strandfaraskipum Landsins 14 tímar um dagin.
Felagið leggur aftrat, at nýggju krøvini siga, at sjómenn skulu hava 77 tímar hvíld um vikuna og ongantíð minni enn 10 tímar í einum samdøgni.
- Hetta merkir, at arbeiðsdagurin í miðal í mesta lagi skal verða 13 tímar.
FSN hevur sett sær fyri ikki at gera sáttmála við einari arbeiðstíð sum stríðir ímóti minstakravinum í altjóða reglum. Tað eru limirnir hjá felagnum sum hava ábyrgd fyri, at siglingin fer fram á tryggjan hátt.
- Nýggju hvíldarreglurnar eru í ILO-konventiónin fyri sjófólk (Maritime Labour Convention 2006). Hendan verður bindandi fyri øll heimsins lond innan stutta tíð. Tí er umráðandi, at føroysk lóggáva og setanarsáttmálar uppfylla krøvini, áðrenn umheimurin áleggur okkum hetta, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.