Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, sigur at kunngerðin um bann av innflutningi av tollfríum tubbaki longu er lýst at koma í gildi tann 1. oktober, og at tann avgerðin stendur við

Tá kunngerðin um bann av innflutningi av tollfríðum tubbaki upprunaliga skuldi koma í gildi tann 1. juli 2008, valdi Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at víkja undan trýstinum frá vinnuni og vinnumálaráðnum. Argumentið hjá vinnuni fyri at fáa kunngerðina útsetta var, at summarsesongin fór at byrja tá, og at hon longu hevði gjørt fyrireikingarnar til summarsesongina.

- Hetta var eitt handfast argument, sum var til at skilja, og í gjørdu vit av at útseta ígildiskomuna til 1. oktober, sigur Karsten Hansen.

Nú er summarsesongin av, og tað argumentið kann so ikki nýtast longur. Vinnan hevur verið inni til hoyringar, og

- Nú skuldi vinnan havt fingið tíð til at laga seg til nýggju kunngerðina. Upprunaliga bóðu tey um at fáa kunngerðina útsetta til 1. september, og vit góvu teimum til 1. oktober, so í øllum førum hevur vinnan havt góða tíð at laga seg til broytingarnar, sum eru á veg, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tó siga bæði Smyril Line og Atlantic Airways, at freistin, sum tey hava fingið er alt ov stutt, og at tey ongan kjans hava havt fyri at finna alternativar inntøkukeldur uppá so stutta tíð.

P/F Vága Floghavn hevur í dag boðað frá, at rættindini til at hava tollfría sølu í Vága Floghavn nú verður boðin út. Hetta er ein møguleiki hjá feløgunum, men tað er greitt, at bara annað felagið, um nakað av teimum, kann fáa hesi rættindi, og at hitt felagið ella bæði, standa fyri tapi í milliónaupphæddum eftir at tollfría sølan av og tubbaki heldur uppat.