Tað verður staðfest í einari ætlaðari kunngerð, at forskúlin í Leirvík skal undir leiðsluna á skúlanum, men børnini fara neyvan at merkja tað stóra. - So vítt eg dugi at síggja, er hetta ein umseting av donsku kunngerðini, og einasta broytingin hjá okkum verður, at leiðslan verður løgd undir skúlan, og nomineringin verður tveir triðingar lærarar og ein triðing námsfrøðingar.
Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Skipanin hevur verið soleiðis, at forskúlin hevur havt sína egnu leiðslu, og nomineringin hevur verið 50/50 av lærarum og námsfrøðingum.
- Ta skipanina dámdi mær betri, tí tað er neyvan besti háttur hjá børnum at læra við at sita og gløða upp á eina talvu allan dagin, sigur Jóhan Christiansen.
Eftir eina eitt sindur turbulenta byrjan virkar forskúlin stak væl í dag.
- Børnini læra ígjøgnum spæl, og tað er ógvuliga stimbrandi og eggjandi, sigur Jóhn Christiansen.
Føroya Kommunufelag fer í mogrin at hava stýrisfund, og tá stendur nýggja kunngerðin á listanum, men áðrenn tað, fer Eysturkommuna at hava uppskotið uppi at venda á fundi, sum verður í kvøld.
Hoyringsfreistin at gera viðmerkingar til kunngerðina er 17. desember.
Forskúlin, sum ikki skal misfatast sum ein fyrsti flokkur fyri seks ára gomul, hevur í ár 27 børn, meðan heili 38 børn verða í forskúlanum komandi ár.
Annars heldur borgarstjórin í Eysturkommunu, at kommunurnar eiga at yvirtaka fólkaskúlan ongantíð ov skjótt.
- Tað verður ikki gott, so leingi fólkaskúlin er tvíbýttur, og tí eiga kommunurnar at yvirtaka hann sum skjótast, sigur Jóhan Christiansen.