Í morgin fer Tony Blair at kunngera, nær hann leggur frá sær sum forsætisráðharri. Samstundis fer hann at boða frá, at hann hevur mælt flokkinum til at velja Gordon Brown, fíggjarmálaráðharra, til sín eftirmann. Sjálva avgerðina tekur flokkurin kortini ikki fyrr enn eina ferð í næsta mánað.
Keldur í London vænta, at Blair fer at kunna stjórnina um avgerð sína fyrst, og at hann síðani fer til valdømið Sedgefield, har hann so fer at koma við teirri almennu fráboðanini.
Labour hevur júst tapt valið í Skotlandi, og meiningakanningar í seinastuni hava víst, at umdømið hjá flokkinum er í botni.