Kunnar um tað nýggjasta innan CTD

Ulrika Steuerwald bjóðar til kunningar- og spurnarkvøld um CTD í kvøld á Kambsdali.

Ulrika Steuerwald, barnalækni, bjóðar til kunningar- og spurnarkvøld um CTD í kvøld á Kambsdali.

 

Á fundinum fer hon at greiða frá tí nýggjasta innan CTD-økið og høvi verður at seta spurningar og kjakast um evnið.

 

Tiltakið er serliga ætlað tannáringum við CTD sigur CTD-felagið.

 

Fyrilesturin verður í hølunum hjá Dugna á Kambsdali klokkan 19 í kvøld, mánakvøldið.