Samkomuhøllin í B36 húsunum var stúgvandi full av fólki í gjárkvøldi, tá ungdómsdeildin hjá B36 skipaði fyri kunnandi fundi um nýggja átakið ímóti kynsligum ágangi.
Átakið er skipað bæði sum stuðul til sjálboðna felagsskapin, KRIS, og kunning fyri venjarar, børn og avvarðandi. Á fundinum í gjárkvøldi luttóku umboð fyri B36, KRIS, løgregluna og Barnabata. Harumframt søgdu trý fólk frá um, hvussu tey sum børn høvdu verið úti fyri óhugnaligum kynsligum ágangi, og sum vaksin høvdu fingið hjálp frá KRIS at læra at liva við minnunum.
Formaðurin í B36, Sjúrður Norðbúð, segði seg vera ernan av at vera partur av einum so stórslignum átakið, og formaðurin í FSF, Høgni í Stórustovu, vónaði at átakið fór at síggjast aftur í øðrum feløgum eisini, tí hetta var eitt so álvarsligur trupulleiki, at allur ítrótturin átti at vera við.
Rósalind Olsen, Bárða Joensen og Arnbjørn Fagraklett, sum øll hava sagt sína søgu í Sosialinum, greiddu erliga og opið frá hvussu hjálparleysur man er sum barn, tá ein vaksin brýtur mørk og misnýtir ein kynsliga. Her var einki pakka inn, tí tøgnin var tað, sum upprunaliga hevði gjørt misbrúkið møguligt, søgdu tey.
- Hevði eitt átak sum hetta farið í gongd, tá eg var barn, hevði eg kanska skilt, at tað bara til at tosa um tað og søkja hjálp, segði Arnbjørn Fagraklett.
Manglandi vitan um hjálp
Guðmundur Guðmundsson, formaður í ungdómsdeildini, legði í sínari framløgu eisini dent á týdningin av kunning. Ungdómsdeildin hevur sett eina heimasíðu á stovn, www.agangur.com, har tey ynskja at kunna um, hvørja hjálp misbrúkt børn kunnu fáa. Í hesum sambandi eftirlýsti hann einum beinleiðis telefonnummari, sum børn kunnu ringja til.
Hetta fekk forkvinnuna í Barnabata, Peturbjørg Jensen, at gera vart við at Barnabati hevur eina barnaráðgeving, sum eisini hjálpir børnum, ið hava verið kynsliga misnýtt. Hetta er Eg&Tú Ráðgevingin, sum hevur heimasíðuna, www.eg.fo, har børn hava møguleika at chatta og maila til professionellar ráðgevarar. Ráðgevingin hevur eisini eina telefonlinju, sum er opin tveir dagar um vikuna.
- Eg visti ikki um hetta nummarið, eg havi roynt at kannað og veit framvegis ikki telefonnummarið. Hvussu kunnu børn so vita tað, segði Guðmundur Guðmundsson í samrøðu við Sosialin.
- Men tað gott at tað kemur fram, tí so kunnu vit bøta um okkara samstarv, og vit vilja meira enn fegin vísa til ráðgevingina hjá Barnabata á okkara heimasíðu. Men tað besta hevði verið, at tað var ein telefonlinja, sum var opin alt døgnið hvønn dag, tí tá eitt barn hevur brúk fyri hjálp, skal tað kunna ringja beinanvegin, helt formaðurin í ungdómsdeildini hjá B36.
Ikki grund til tvær telefonlinjur
Forkvinnan í Barnabata, Peturbjørg Jensen, sigur við Sosialin, at hon harmast ómetaliga, at tey ikki hava kunnað betri um teirra ráðgeving, soleiðis at ungdómsdeildin hjá B36 beinanvegin kundi víst til hana.
- Tað er eingin grund til at gera ein barnaráðgeving afturat, og eg vóni, at pengarnir til KRIS vera brúktir til annað enn tað. Men vit fegnast um at B36 er farið í holt við hetta átakið, tí fyribyrjgandi kunning hevur stóran týdning, sigur Peturbjørg Jensen.
Hon sigur, at barnaráðgevingin Tú&Eg fær á leið tveir fyrispurningar um mánaðan um kynsligan ágang.
- Ongar av hesum samrøðum er fráboðaðar barnaverndini ella løgregluna, tí børnini hava verið anonym. Vit ráðgeva barninum um, hvar tað kann leita sær hjálp, og hvussu tað kann fráðboða. Og um barnið velur at koma við sínum navnið, so hava vit sjálvandi ábyrgd at boða løgregluni frá.
Tørvur á KRIS
Arnbjørn Fagraklett, sum sjálvur fekk hjálp frá KRIS, tá hann sum vaksin maður hevði tørv á hjálp til at liva við sínum ræðuligu minnum, legði á fundinum herðslu á, at hóast Barnabati hevur sína ráðgeving, so er framvegis tørvur á tí hjálp, sum KRIS veitir.
- Hvar skal ein vaskin maður sum eg annars venda sær til? Eg kundi ikki fingið hjálp frá barnabata, og Kvinnuhúsið hevði neyvan vilja havt meg. Tí er tað týdningarmikið at halda fast við, at vit mugu styrkja ein felagsskap sum KRIS.
Gvøðbjørg West sigur við Sosialin, at tey ikki fáa nógvar fyrispurningar frá børnum, tað eru mest vaksin fólk sum ringja. Fólk sum ikki orka at liva meira, tí øll orkan fer til at fortreingja barnaminnini.
- Vit hava havt nakrar fyrispurningar frá børnum, hesir hava allir verið anonymir og tí er eingin fráboðan farin víðari til barnavernd ella løgreglu, og vit kunna eisini um, at um vit fáa navn, so hava vit skyldu at boða barnaverndini frá.
Gvøðbjørg West greiddi á fundinum frá, at tey nú fara at seta sjálvhjálparbólkar á stovn, har fólk, sum hava yvirliva misbrúk, kunnu hjálpa hvørjum øðrum og tosa saman. KRIS hevur annars eftirlýst stuðul, tí tey ynskja, at ein hjálparmiðstøð skal setast á stovn, har fólk kunnu koma og fáa hjálp í tryggum umstøðum.