Kunnandi fundur um útbúgvingar

Í dag frá klokkan 14-17 skipar KEA, Københavns Akademi, fyri kunnandi fundi um útbúgvingar í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

KEA bjóðar ymiskar útbúgvingar, bæði á donskum og enskum, eins og stovnurin bjóðar fleiri útbúgvingar, sum bara eru á donskum.

Millum útbúgvingarnar, sum kunnu takast á donskum og enskum, er útbúgving sum bygningskonstruktørur, bachelor í tí, sum rópt verður design og business, bachelor í e-konsept-menning, bachelor í web-menning, design teknologi, datamatikara-teknologur og multimedia designari.

Tær útbúgvingar, sum bara kunnu takast á donskum, eru eitt nú e-designari, byggiteknikari, framleiðsluteknologur, kort-og landmátarateknikari, el-instalatørur og VVS-instalatørur.

Við á kunnandi fundinum í Miðlahúsinum í dag verða føroyingar, sum taka útbúgvingar hjá KEA.

Meira fæst at vita um møguleikarnar á heimasíðuni hjá KEA, sum er www.kea.dk