Kunnandi fundur um ES-tiltøk

Seinasta fríggjadag skipaði Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi um møgulig tiltøk frá ES í samband við stríðið um makrelin.

Umleið 20 fólk úr útflutningsvinnuni vóru á fundi, har Herálvur Joensen, deildarstjóri í uttanríkistænastuni og Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi og fyrrverandi sendimaður í Bruxelles, greiddu frá uppskotinum, sum er samtykt í ES-tinginum.

- Uppskotið, sum væntandi verður sett í verk fyrsta dagin, gevur ES-nevndini heimild til at seta tiltøk í verk ímóti londum, ið ikki veiða felags fiskastovnar burðardygt. Tað kann raka føroyskan útflutning, um ES velur at seta tiltøk í verk.

Tað skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu í dag.

Lagt verður aftrat, at enn er ikki greitt, hvussu ES-nevndin fer at brúka ta heimild, sum hon nú hevur fingið. Hetta verður neyvan greitt, fyrr enn núverandi samráðingarumfar millum strandalondini endar.

- Tað eru fleiri ymisk tiltøk, sum ES kann velja at seta í verk - uttan tó at brúka tey øll.

Vinnuhúsið vísir á, at í fyrsta lagi kunnu vit vænta, at forboð verður sett fyri at innflyta makrel og hjáveiði í makrelfiskiskapi til ES, og hetta fevnir helst eisini um eitt forboð fyri at brúka ES havnir sum transit. Harumframt kann ES seta forboð fyri at innflyta allar vørur, sum eru gjørdar úr makreli ella innihalda makrel á onkran hátt.

- ES-nevndin kann eisini seta avmarkandi tiltøk í verk í samband við keyp og sølu av skipum og útgerð millum Føroyar og ES.

Lagt verður aftrat, at um ES setur tiltøk í verk, fáa Føroyar høvið til at svara uppá tiltøkini og at broyta um støðuna innan ein mánað, eftir at ES hevur gjørt greitt, hvørji tiltøk verða sett í verk.

- Uppskotið ger eisini greitt, at møgulig tiltøk skulu verða í trá við altjóða reglur fyri handil umframt at tiltøkini skulu vera proportional í mun til brotið, sigur Vinnuhúsið í dag.