Á fundinum, sum byrjar kl. 20, verður greitt frá innsavningini seinasta ár og støðuni í Rumenia. Anna Maria Anthoniussen, sum fyri kortum var í Rumenia, greiðir frá. Kunning verður eisini um hvar eskjurnar fara í ár osv.
Kvøldið er ætlað at verða til íblástur fyri tey, sum vilja verða við í tiltakinum í ár. Har verður t.d. drama, dvd, solosangur, kunning og drekkamunnur aftaná. Harafturat fæst tilfar um Operation Christmas Child.
Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at teir vóna at síggja so mong sum gjørligt til tiltakið, og heita á fólk um longu nú at hugsa um at fáa fatur á skógvaeskjum. Nógvar útsølur eru í august, so óivað er lætt at fáa fatur á eskjur.