Hvussu er at útbúgva seg sum flogskipari, og hvussu er lívið sum flogskipari.
Tað fara tey at kunna føroyskan ungdóm um í Miðlahúsinum klokkan sjey í kvøld, hóskvøldið.
Tað er danski flogskiparaskúlin, Center Air Pilot Academy, í Roskilde, sum er komin til Føroyar at kunna um útbúgvingina.
Tiltakið er alment og vendir sær til tey ungu, sum hava hug at frætta meiri um hesa útbúgvingina, sum nógv droyma um, men sum kortini fá faa undir.
Á kunningarfundinum fara tey at kunna um útbúgvingina sum flogskipari og um, hvussu tað er at arbeiða sum flogskipari.