Kunna um útbúgvingarmøguleikar

11. árið á rað verður skipað fyri útbúgvingarstevnu

Týsdagin 17. september er útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving aftur á skránni.

 

Hetta er 11. árið á rað, at skipað verður fyri útbúgvingarstevnuni Markleys Útbúgving.


Í ár er evnið “ALTJÓÐAGERÐ AV ÚTBÚGVINGUM” við serligum denti á skiftislestur.
Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum til dømis Póllandi og Avstralia.


MÚ roynir at kveikja áhugan fyri víðari lestri. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir og kunnu tykjast bæði spennandi, men eisini ringir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan við Setrið og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving.


Tiltakið um dagin er ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum. Tiltakið um kvøldið er alment. Tá fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar.