Kunna um ítróttarbreyt í Havn

Í hesum skúlaárinum hevur Handilsskúlin á Kambsdali havt eina serliga Ítróttarbreyt, har ungir fótbóltsspælarar hava kunnað samantvinnað miðnámsútbúgving og eyka fótbóltsvenjing.

 

Royndirnar av Ítróttarbreytini eru so góðar, at Handilsskúlin á Kambsdali eisini næsta skúlaár fer at bjóða ungfólki hendan møguleikan. Harafturat verður Ítróttarbreytin víðkað til eisini at umfata svimjing í 2008/09.

 

Í dagverður skipað fyri kunningarfundi um ítróttarbreytina, og umboð frá skúlanum, lestrarvegleiðari, venjarar og næmingar eru til staðar.

 

Kunnandi fundurin verður í FSF-húsinum í Havn mikudagin 20. februar klokkan 18.00.

 

Á fundinum verður kunnað um útbúgvingina, um venjingarnar, og møguleiki verður eisini at seta lærarum spurningar og tosa við næmingar á breytini.