Høgni Mohr
Føroya Landsstýri fer komandi mánaða undir størstu politisku avbjóðing í nýggju politisku søgu landsins. Í seinnu helvt av mars fer ein føroysk sendinevnd við Føroya løgmanni, Anfinni Kallsberg á odda til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina.
Ætlanin er at fáa í lag eitt sáttmálauppskot, ið staðfestir, at Føroyar gerast eitt frælst fullveldi. Eisini hevur landsstýrið í hyggju at skilgreina samstarv framtíðarinnar millum tey bæði sjálvstøðugu londini, Føroyar og Danmørk.
Politiskt kunningarrit
Fram ímóti fólkaatkvøðuni um hetta týdningarmikla mál, fer landsstýrið at leggja stóra orku í kunning. M.a. við at strika trúnaðarstemplið á uppritinum
Politikarar í Føroyum og í Danmørk hava longu fingið nógv tilfar um málið, og í hesi vikuni varð eitt rit sent øllum limunum í løgtinginum og danska fólkatinginum.
Í ritinum verður í stuttum greitt frá endamáli landsstýrisins, ið er at vinna Føroyum tjóðfrælsi, eins og greitt verður frá grundgevingunum fyri, at taka fulla ábyrgd av landinum. Grundgevingarnar eru býttar í fleiri partar. Ógreiða polistiska ábyrgdarbýtið og ymisku politisku áhugamálini í Føroyum og Danmørk verða nevnd. Við grundarlagi í nýggjari søgu, t.d. bankagøluni, verður staðfest, at politisk og búskaparlig ábyrgd hevur vantað í Føroyum, og at donsk áhugamál kunnu køva tey føroysku. Eisini verða trupulleikarnar við felags uttanríkispolitikki, ið sum kunnugt fleiri ferðir hava borið við sær stríð millum føroyskar og danskar myndugleikar, nebndir í ritinum.
Í politiska kunningarskrivinum verður gjørt púra greitt, at føroyskt fullveldi ikki fer at kvetta sambandið við danir.
?...ætlanin er tvørturímóti at skapa karmar um eitt nýtt og betri samstarv millum londini...?, stendur í kunningarritinum frá Føroya Landsstýri.
Uttanlandsnevndin ráðgevandi
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur tað hava sera stóran týdning, at bæði politikarar og borgarar í Føroyum verða kunnaður. Og landsstýrismaðurin er nøgdur við kunningina, hóast oddafiskarnir í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum við jøvnum millumbilum finnast at kunningini.
- Eg haldi, at andstøðan átti valt, um hon er í parti við føroyingum ella donsku stjórnini, sigur hann. Landsstýrismaðurin sipar til, at royndirnar at gera alment vart við føroyska spjaðing í fullveldismálinum, kunnu hava við sær, at eitt gott úrslit verður verri at vinna við samráðingarborðið.
- Samráðingarúrslitið verður partvís treytað av, hvussu vit føroyingar standa sum eind, sigur Høgni Hoydal.
Eitt samt landsstýrið vísir andstøðuatfinningunum í sambandi við kunningina í uttanlandsnevndini aftur. Landsstýrismanningin staðfestir, at uttanlandsnevndin er ein ráðgevandi nevnd, har tað eigur at bera til at fáa góð ráð um t.d. samráðingarstrategiir.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona, kom á tíðindafundi í gjár við einari inniligar áheitan á andstøðulimirnar í uttanlandsnevndini:
- Arbeiðið til frama fyri føroysk áhugamál...
Viðvíkjandi kunningini millum andstøðulimir, sigur Helena Dam á Neystabø, at landsstýrið kunnar tað, ið tað kann.
Kunna teg á telduni
Føroya Landsstýri hevur latið tvær nýggjar heimasíður upp á alnetinum. Á www.grundlog.fo ber til at fylgja við arbeiðinum at smíða føroyska grundlóg. Fólk kunnu meta um vitan sína við at luttaka í spurnarkapping á síðuni.
Gamla heimasíðan, www.fullveldi.fo hevur fingið spildurnýggjan ham og størri innihald. Kunnandi tilfarið er nógv meira umfatandi enn á tí gomlu útgávuni. Til ber at kjakast um politisku ætlanirnar. Fólk í føroysku umsitingini fara at dagføra síðuna við jøvnum millumbilum.
Endamálið
Ætlanin hjá landsstýrissamgongu Sjálvstýrisfloksins, Fólkafloksins og Tjóðveldisfloksins er, at Føroya Landsstýri og danska stjórnin gera ein altjóðarættarligan sáttmála, sum:
- stovnar Føroyar sum frælst fullveldisríki,
- verður fráboðaður í ST, og rótfestur í altjóða rætti,
- ásetir, at Føroyar og Danmørk hava sama kong,
- skapar góðar karmar um tætt tilknýti og víðfevnt samstarv í felagsskapinum millum danska og føroyska ríkið,
- skapar líkindi fyri, at samstarvið verður rúmkað, og fleiri samstarvsøki tikin afturat
- og ber við sær eina varliga búskaparliga skiftisskipan, har ríkisveitingin minkar so líðandi, so at Føroyar fáa ein veruligan møguleika at byggja upp ein sjálvstøðugan og sjálvberandi búskap.










