Kunna um støðuna við Hósvíkar kirkju

Nú Hósvíkar kirkja 3. sunnudag í advent fyllir 85 ár, verður skipað fyri hátíðarhaldi í Bygdarhúsinum.

Hósvíkar kirkja verður 85 ár 3. sunnudag í advent. Hóast kirkjan, sum seinastu tíðina hevur verið undir umbygging, í løtuni stendur í hálvum gekki, ætlar kirkjuráðið kortini ikki, at dagurin skal fara aftur við borðinum.

 

Kirkjuráðið hevur nevniliga gjørt av at hátíðarhalda dagin, og hetta verður við gudstænastu og eftirfylgjandi drekkamunni í Bygdarhúsinum í Hósvík sunnudagin 14. desember klokkan 15.

 

Tað verður Jógvan Fríðriksson, bispur, sum fer at prædika, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Í samband við hátíðarhaldið er ætlanin eisini at kunna bygdarfólkið um støðuna við umbyggingini av kirkjuni.

 

In.fo kann leggja aftrat, at fyritøkan, sum hevði høvuðsarbeiðið í samband við umbyggingina av Hósvíkar kirkju - Børkin - er farin á húsagang, og tí liggur arbeiðið stilt í løtuni.