Kunna um seyð og dálking

Kunnandi fundur um dálking á gomlum tyrvingarplássum og í seyði, ið er sloppin framat tyrvingarplássunum, verður á Umhvørvisstovuni tann 29. juni kl. 19.

Í apríl mánaði í ár var ein frágreiðing løgd út á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni, sum m.a. lýsir dálkingarstøðuna á ávísum gomlum tyrvingarplássum í Føroyum. Umframt hetta varð eisini kannað, hvussu dálkaður seyður er, sum sleppur framat hesum støðum. Síðani kom eitt tilmæli til kommunur um fyribyrging av tílíkari dálking. Í hesum sambandi verður hildin ein kunnandi fundur.

Á fundinum verður ein samandráttur av úrslitunum úr frágreiðingini "Dálking á gomlum tyrvingarplássum og í seyði, sum er sloppin framat" lagdur fram. Eisini verður greitt frá tilmælinum til kommunurnar um, hvussu dálking kann fyribyrgjast og avmarkast frá tyrvingarplássunum.

Fólk frá matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni luttaka á fundinum.

Høvi verður eisini, at seta spurningar.

Fundurin er ætlaður kommunum, har tyrvingarpláss liggja, fólki, sum hevur seyð, sum gongur uppat gomlum tyrvingarplássum, og øðrum áhugaðum.