Tað verður í hesum døgum arbeitt við at byggja nýggja kirkju á Argjum. Í hesum sambandi skipar kirkjuráðið fyri kunnandi fundi í skúlanum á Argjahamri mikukvøldið 9. mai klokkan 19.30. Tað skrivar kirkjuráðið í tíðindaskrivi í dag.
Í hesum sambandi fer Jógvan Fríðriksson, biskupur, at greiða frá mannagongdini viðvíkjandi kirkjubygging, og Brim-arkitektar fara at greiða frá projektinum og vísa fram model av kirkjuni. Fyrireikararnir í kirkjuráðnum siga, at høvi verður eisini at seta spurningar.