Kunna um flogskiparaútbúgving í Miðlahúsinum

Center Air Pilot Academy fer í kvøld at greiða frá um flogskiparaútbúgving í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19. Hesaferð við luttøku av flogskiparanæminginum, Árni Joensen úr Havn.

Endamálið við kvøldinum er, at geva innlit í hvat skal til, fyri at gerast flogskipari; hvussu útbúgvingin fer fram á einum flogskiparaskúla, og um hvussu henda starvsgrein í framtíðini mennir seg.

Tað verður ein almenn gjøgnumgongd á donskum við, Operationel Manager, Anna Thorsøe, men aftaná fer Árni Joensen á føroyskum at greiða frá sínum gerandisdegi á skúlanum. Høvi verður at seta spurningar um skúlan.

Center Air Pilot Academy er í Roskilde og hevur 20 ára royndir at útbúgva flogskiparar. Hetta er størsti skúli í Norðurlondum, og hevur gjøgnum árini útbúgvið nógvar føroyskar flogskiparar.

Fyrilesturin er bæði fyri komandi flogskiparar og foreldur teirra. Borðreitt verður við kaffi og køkum. Tiltakið er ókeypis.

Lesi meira um CAPA á heimasíðuni: www.blivpilot.com ? far inn á ?online magasinet? á forsíðuni og lurta, millum annað, eftir ummælum frá eldri royndum, sum næmingar hava havt á skúlanum.