Kunna um eldralóg í Tilhaldinum

Eldralóg, kunning um avbjóðingar hjá eldra ættarliðnum eru á skránni í Tilhaldinum í Havn í dag klokkan 15

Eldralóg, kunning um avbjóðingar hjá eldra ættarliðnum eru á skránni í Tilhaldinum í Havn í dag klokkan 15

 

Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, fer at greiða frá nøkrum av løgfrøðiligu avbjóðingunum hjá eldri borgarum.

 

Serliga tvey evni, verjumál og arvur, verða tikin upp.

 

Nýggja lógin um verjumál gevur eldri fólki høvi at leggja viðurskifti síni til rættis, tá ið lívið fer at halla, og tryggja sær at alt verður skipað eftir teirra vilja og raðfestingum, bæði tá ið ræður um ognir, inntøkur, viðgerð og bústað.

 

Arvalóg og aðrar lógir geva á sama hátt nøkur høvi og nakrar heimildir at skipa viðurskifti fyri framtíðina, men hava eisini stóran týdning fyri dagliga lívið hjá eldri fólki.

 

Kári á Rógvi granskar í løgfrøði, og vónin er at við gransking og undirvísing á Fróðskaparsetrinum fáa vit sett fokus eisini á rættindi hjá eldri fólki og verið við í at útbúgva fólki at ráðgeva teimum eldru.

 

Neyðugt er hjá fólki at søkja sær nærri ráð hjá advokati ella øðrum, men ætlanin er við upplegginum at fáa kjak í lag um evnið.