Kunna um alduorku

Ein av fremstu serfrøðingunum innan alduorku, Tom Thorpe frá Oxford Oceanic, kemur til Føroya at røða um alduorku týsdagin klokkan 14 í Norðurlandahúsinum. Á kunningarfundinum fer eisini menningarleiðarin George Laird frá amerikonsku fyritøkuni Dresser-Rand og Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV, fara at røða.

Tom Thorpe fer á Føroyaferð síni at samanbera ymisk sløg av alduorku. Ætlaða alduorkuverkið hjá SeWave verður eisini umrøtt. Hann hevur gjørt fleiri greiningar og frágreiðingar um aldu- og streymorku, m.a. fyri enska Carbon Trust, og júst nú ger hann eina støðumeting um alduorku fyri World Energy Council.

Eisini fer George Laird, sum er menningarleiðari hjá amerikonsku stórfyritøkuni Dresser-Rand, at greiða frá tí turbinuloysn, sum ætlanin er at brúka í føroyska alduorkuverkinum.

Seinasta summar blivu nýggjar botnkanningar gjørdar út fyri bergið sunnan fyri Søltuvík. Torfinn S. Simonsen frá LBF fer at greiða frá um hesar, og um møguleikarnar fyri at gera royndarverkið á Sandoynni.

Altjóða áhugi er sýndur føroysku alduorkuskipanini. Á fundinum verður mett um, hvar føroyskt menta-orkuskipanin kann brúkast úti í heimi.

Harumframt verður greitt frá, hvar verkætlanin stendur í løtuni, og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fer at røða um leiklutin hjá SEV í framtíðar menningini av varandi orkukeldum í Føroyum.

Tað er SeWave, sum skipar fyri kunningarfundinum, sum verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 9. februar frá kl. 14 til 17. Fundarmálið er enskt, luttøka er ókeypis, men neyðugt er at tekna til. Sí annars heimasíðuna www.sewave.fo <http://www.sewave.fo>