Umboð fyri íslendsku sendistovuna í London, ídnaðarmálaráðið í Reykjavík og ta íslendsku makrelsamráðingarnevndina vóru fyrradagin í Grimsby og kunnaðu fiskakeyparar og bretsku fiskivinnuna um støðuna í makreltrætuni.
Á fundinum greiddu tey íslendsku umboðini frá, at fyri Ísland hevur tað alstóran týdning, at veiðan er burðardygg, og at heildarkvotan verður býtt á ein rættvísan hátt millum londini.
Sigurgeir Þorgeirsson, sum stendur á odda fyri teirri íslendsku makrelsamráðingarnevndini, var á fundinum í Grimsby, og hann legði serliga dent á, at stovnurin skal vera burðardyggur, og at tað tí er neyðugt, at londini semjast um eina minni heildarkvotu.
Stjórin í skotska fiskimannafelagnum, Ian Gatt, hevur funnist at avgerðini hjá íslendingum at skipa fyri kunnandi fundi í Onglandi. Hann sigur við blaðið The Scotsman, at íslendingar royna at elva til spjaðing í bretsku fiskivinnuni við at útvega sær stuðul frá fiskaseljarunum.
-Íslendingar hugsa ikki um, at makrelstovnurin skal vera burðardyggur, men heldur um egnar fyrimunir, sigur Ian Gatt við blaðið.










