Doris Jacobsen gjørdist annað umboðið hjá Grønlandi við fólkatingsvalið í september. Hon hevur áður verið á Fólkatingi sum varakvinna fyri Lars Emil Johansen, og hon er hóast unga aldurin eingin ársungi í politikki.
24 ára gomul kom hon í Landstingið í 2002 og sum 32 ára gomul varð hon so vald á danating.
Tað er kortini ikki í tí sambandi, at hon í hesum døgum vitjar í Føroyum.
- Grønlendska rættarnevndin er í Føroyum og vitjar føroysku rættarnevndina. Ætlanin er at seta seg inn í arbeiðið við einari føroyskari grundlóg. Vit hava hitt fútan og skulu vitja á ymsum stovnum komandi dagarnar, segði Doris Jacobsen, tá vit hittu hana mikudagin.
Kjakið um eina grønlendska grundlóg hvur tikið seg upp, og allir flokkar uttan tann eini stuðla undir hugskotið.
- Vit vita jú, at føroyingar hava drúgvar royndir við grundlógararbeiði, og vit eru her fyri at seta okkum inn í málið, hvussu arbeitt verður við grundlógini, sigur Doris Jacobsen.
Gott samstarv
Og okkurt hava føroysku politikararnir kunna sagt grønlendsku sendinevndini.
- Vit hava fingið at vita, hvussu arbeitt hevur verið í málinum í Føroyum. Tað hevur jú ikki verið lætt. Tú skal hava tætt samstarv við íbúgvarnar og ikki bara við embætisverkið. Hartil haldi eg tað vera neyðugt at hava eitt tætt samstarv við donsku myndugleikarnar, sigur Doris Jacobsen.
Serliga hetta seinna hevur týdning fyri at fáa eitt felags forstáilsi av málinum.
- Vit hava sæð negativu reaktiónina hjá farnu stjórnini mótvegis føroyska grundlógaruppskotinum. Vit ynskja ikki somu reaktión, og tí hava vit longu nú havt fund við donsku politikararnar. Men tað gekk nú heldur ikki ov gott, sigur Doris Jacobsen.
Hinvegin heldur hon, at samstarvið millum føroyska Løgtingið og grønlendska Landstingið er gott.
- Ja, tað haldi eg. Vit hava jú Útnorður ráðið, har vit hittast tvær ferðir um árið at umrøða felags áhugamál á fleiri økjum. Til dømis innan fiskivinnu, eldraøkið, børn og ung, fyri at nevna nøkur fá, sigur Doris Jacobsen.
Drúgvar royndir
Hon hevur verið við í politikki í 9 ár.
- Eg varð á fyrsta sinni vald í Landstingið í 2002, og eg havi verið borgarstjóri í Nuuk, umframt landsstýriskvinna í mentan, gransking og kirkju. Og so havi eg verið eykvald á Fólkatingi síðani 2009, tá Lars Emil Johansen gjørdist sjúkur, sigur Doris Jacobsen.
Landstingskvinnan úr Siumut var til staðar á Tjóðpallinum, tá føroyska innstillingin til barna- og ungdómsvirðirløn Útnorðurráðsins varð kunngjørd. Og har hitti hon bæði fráfarandi og komandi formannin í føroysku Útnorðurnevndini.
- Eg kenni væl Henrik Old. Hann er ein gamal vinmaður, so eg eri sera fegin um, at hann kom aftur upp í politikk, og at hann er vorðin formaður í føroysku Útnorðurnevndini, sigur Doris Jacobsen.