Leygardagin fær føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti eina stóra uppgávu fyri og óivað eisini eitt rimmar upplivilsi, tá ið tað skal spæla venjingardyst ímóti danska landsliðnum.
Danska landsliðið fyrireikar seg til EM-undankapping, og tað sama ger tað føroyska, ið skal spæla EM/HM-undankapping í Føroyum 23. - 25. mei, har móstøðulondini eru Írland, Liktinstein og Kýpros.
Les eisini: HM/EM liðið farið til Danmarkar
Facebook-síðan, Mortens volley, sum fylgir væl og hugleiðir um danskan flogbólt, skrivar, at tað føroyska landsliðið als ikki skal undirmetast, tí at har eru nógvir góðir spælarar.
- Fleiri av teimum kundu enntá saktans verið í danska landsliðshópinum, um passið hjá teimum hevði sæð øðrvísi út, skrivar hann.
Hann vísir serliga til Sofíu Purkhús hjá Amager VK, sum herfyri varð vald til ársins leikara í Danmark, men nevnir annars eisini fleiri aðrar føroyskar leikarar.
Landsdysturin ímóti Danmark verður leygardagin kl. 17.00 føroyska tíð, og verður leiktur í Sundby Hallen, Englandsvej 61, Amager.