Kundu sloppi undan vanlukkuni

Tað kom fram á rættarfundinum í gjár, tá teir báðir á dekkinum vórðu avhoyrdir av nýggjum.

Tað kom fram á rættarfundinum í gjár, tá teir báðir á dekkinum vórðu avhoyrdir av nýggjum.

 

Tað kom ikki framundir sjóforhoyrinum, men á rættarfundinum í gjár.

 

Tað var nevniliga ei rúgva av óruddi á dekkinum har afturi, sum gørnini vórðu sett.

 

Har vóru plastposar, ið vórðu nýttir til at pakka fiskin inn í, og har vóru garnarestir, vatnfløskur og togendar.

 

Tað var í hesum, at lykkjan, sum tók um beinið á 34 ára gamla indonesanum, lá.

 

Teir báðir dekkararnir greiddu frá, at tað var har, teir vóru staddir, tá vanlukkan hendi.

 

Báðir søgdu, at var dekkið frítt, var vanlukkan helst ikki hend.