Kundu ikki vísa tilboðnum aftur

Heimasíðan hjá KÍ skrivar í dag, at klaksvíkingar ikki kundu siga nei til tilboðið, sum fuglfirðingar góvu fyri Rógva Jacobsen. Leiðslan hevur seinastu tíðina stríðst við at tryggja raksturin av felagnum, og Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, sigur, at sølan av landsliðsframherjanum er í trá við gongdina í felagnum seinastu tíðina.

- Fíggjarliga fyritreytirnar í samfelagnum eru sera nógv broyttar bara síðstu mánaðirnar, og tað hava vit merkt í KÍ. Vit mugu heilt einfalt laga okkum eftir versnandi fíggjarligu umstøðunum. Samstundis vil eg takka Rógva fyri gott samstarv og ynskja honum góða eydnu í ÍF, sigur Tummas Lervig, formaður, við heimasíðuna hjá KÍ.

Feløgini eru samd um ikki at upplýsa innihaldið í sáttmálanum.