Kundu havt bjargað yvir 25 mannalívum í Føroyum

Høvdu øll brúkt trygdarbelti ella fallhjálm, hevði tað kunnað bjargað yvir 25 mannalívum í Føroyum hesi seinastu 26 árini.

Tað metir Landslæknin í nýggjastu uppgerð síni yvir heilsustøðu føroyingar

Hann hevur hugt eftir, hvussu nógvar ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív í Føroyum frá 1. januar í 1986 til nýggjársaftan 2011.

Hann sigur, at í øllum hesum vanlukkum, var trygdarbelti ella fallhjálmur, ikki brúktur rætt í 56 vanlukkum. Hinvegin var trygdarbelti ella hjálmur brúkt í 14 av vanlukkunum og í øðrum 14 vanlukkum er ikki upplýst, hvussu støðan var hesum viðvíkjandi.

- Mett verður, at umleið helmingurin av teimum 56, sum doyðu í ferðsluni og ikki nýttu trygdarbelti ella fallhjálm, høvdu verið komin frá vanlukkuni við lívinum, varð belti ella hjálmur nýtt, sigur Landsæknin.

Seinastu 26 árini hevði trygdarbelti ella hjálmur sostatt helst kunnað havt bjargað fleiri enn 25 fólkum, einamest heilt ungum fólkum, leggur hann afturat.

Sostatt mælir hann framvegis staðiliga til, at bæði førarar og ferðafólk á prutli, motorsúkklu og í bili ella øðrum motorakførum altíð brúka trygdarbelti ella fallhjálm, eisini tá ið talan bara er um stuttar túrar.