Kundu havt 800 arbeiðspláss afturat

Netbankin, og aðrir persónsuplýsingar, skulu helst aftur á føroyskar hendur, sigur nýsetti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen

- Persónsupplýsingar, og grundleggjandi KT-tænastur, eiga at vera í Føroyum.

 

Tað sigur Poul Michelsen, nýsetti landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Tá ið hann setti vinnudagin, staðfesti hann, at tað er ein støðug avbjóðing at reka eitt lítið, og væl útbygt vælferðarsamfelag, sum okkara og tí er alneyðugt at vit finna loysnir, sum hóska til okkara tørv.

 

- Vit skulu ikki bara taka loysnir til okkum, sum eru gjørdar til samfeløg, sum eru nógvar ferðir størri enn vit, men í nógv størri mun skulu vit venda tað til ein fyrimun, at vit eru eitt so pinkalítið og tætt samfelag.

 

- Tí skulu vit halda á fram at talgilda Føroyar eftir okkara egna leisti. Talgildar føroyskar loysnir kunnu geva borgarum og vinnu bæði betri og bíligari tænastur. Talgildar tænastur kunnu eisini geva bæði borgarum og vinnuni størri innlit og ávirkan á síni egnu viðurskifti, sigur Poul Michelsen

 

Hann sigur, at við tí, sum nú liggur í kortunum, kunnu vit um nøkur heilt fá ár hava eitt talgilt undirstøðukervi, og talgildar loysnir, í heimsflokki.

 

Men hann heldur, at føroyskar loysnir eru eisini ein trygdarspurningur.

 

- Fyri at hava ræði á okkara egnu viðurskiftum, eiga persónsupplýsingar og grundleggjandi KT-tænastur at vera í Føroyum, sigur Poul Michelsen.

 

Hann heldur, at hóast tað kann tykjast bíligari í løtuni, at senda uppgávur av landinum, bindur tað okkum óneyðugt til útlendskar veitarar,  og tað forðar vinnuligari menningin í Føroyum.

 

- Finna vit hinvegin loysnir, so at KT-tænastur og persónsupplýsingar kunnu flytast heimaftur, fer tað at skapa nógv nýggj størv, og at skapa grundarlag fyri at menna í KT-vinnuna.  Og soleiðis der tað eisini at skapa grundarlag fyri finna loysnir, sum væl hugsandi kunnu gerast ein útflutningsvøra.

 

- KT-felagið vísir á, at skulu vit samanbera okkum við londini kring okkum, áttu vit at havt 1000 fólk í KT-størvum í Føroyum, - men vit hava bara eini 200.

 

Hann leggur afturat, at nógv størsti partur av útreiðslunum í KT-vinnum, eru lønir til privatar ráðgevarar og veitarar.

- Tí liggur eisini ein stór skylda á tí almenna at bera so í bandi, at tað verða føroyskar fyritøkur, sum fáa møguleikan at loysa tær KT- uppgávur, sum liggja fyri framman, sigur Poul Michelsen.