Kundu gjørt okkurt fyri langari tíð síðani

Felagið Tign fílist at ætlanunum hjá Heilsumálaráðnum um at senda rokningina fyri ta røkt, fólk fáa á sjúkrahúsunum, sum ikki kunnu útskrivast, yvir á kommunurnar.

Felagið Tign finst nú at, at Heilsumálaráðið ætlar at senda kommununum rokningina fyri ta røkt, fólk fáa á sjúkrahúsunum, sum ikki kunnu útskrivast, tí hvørki heimarøkt ella røktarheim eru at taka sær av teimum.

 

Tign sigur tað vera fullkomuliga ábyrgdarleyst, at Heilsumálaráðið leggur hesa uppgávuna aftrat út á kommunurnar, minni enn tríggjar mánaðir eftir, at tær hava yvirtikið røktarøkið.

 

Betzy Ludvig, skrivari í Tign, stúrir fyri, at nøkur av hesum fólkum kunnu koma í klemmu í skipanini, og hon greiddi frá sínum sjónarmiðum í tíðundunum á Rás 2.