Kundu fingið 160 tímar meiri í heimahjálp um mánaðin

Hevði Nærverkið ikki verið noydd at goldið 40.000 krónur um mánaðin í leigu fyri eini hús á Argjaboða, sum tey kortini ikki brúka, høvdu tey kunnað givið brúkarum tilsamans 160 tímar meiri í heimahjálp um mánaðin. Tað sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Katrin Dahl Jakobsen hevur spurt hana um leigumálið hjá Nærverkinum á Argjaboða, har Nærverkið rindar 40.000 krónur í leigu um mánaðin, uttan at brúka húsið.

Landsstýriskvinnan sigur, at tá ið leigumálið hjá Nærverkinum á Skálatrøð gekk út, varð roynt at savna so nógv virksemi sum gjørligt á einum staði.

Tí leigaði Nærverkið Dimmalætting og tað er ein sparing upp á 300.000 krónur um árið, tí virksemið á Skálatrøð og virksemið í Bókbindaragøtu varð flutt í Dimmalætting.

Tað hevur ikki eydnast at leiga húsið á Argjaboða út og ætlanin er tí, at brúka tað til fundarvirksemi hjá Nærverkinum og til stuðulstænastuna fyri vaksin.

- At tað almenna er bundið av leigumálinum á Argjaboðagøtu er harmiligt, men sæð í

ljósinum av, at Nærverkið hevur spart pening, samstundis sum karmarnir eru munandi bøttir, eri eg sannførd um, at hetta var tað rætta at gera, tá høvi beyðst, sigur Rósa Samuelsen.

Men hon sigur eisini, at hetta er eitt dømi um, hvussu tyngjandi, ótrygt og kostnaðarmikið tað er hjá almennum stovnum at útvega høli, tá ið stovnarnir eru bundir av leigumarknaðinum.