Kvinnuliðið hjá KÍ spældi í gjár sín seinasta dyst í Champions League-bólkaspælinum, tá ið tær við 1-1-javnleiki ímóti Hajvalia endaðu á aftasta plássi, ájavnar við júst Hajvalia. Apollon bleiv nummar eitt, meðan PAOK endaði nummar tvey.
Ein av KÍ-leikarunum, landsliðsleikarin Olga Kristina Hansen, sigur, at tær á KÍ-liðnum sum heild eru væl nøgdar, hóast tær í tí eina dystinum máttu leggja rygg til eitt stórtap.
- Vit eru sum heild væl nøgdar. Innsatsurin hjá øllum leikarunum var ótrúliga góður í øllum dystunum. 5-0 í tí fyrsta dystinum var eitt ov stórt tap og avspeglar ikki heilt dystin, haldi eg, sjálvt um tær klárt vóru betra liðið, sigur hon.
- Í hinum báðum dystunum kundu vit farið avstað við øllum stigunum um hepni var við okkum, men bæði grikska liðið og liðið úr Kosovo vóru sterk við tekniskt góðum og kvikum leikarum, sigur Olga Kristina.
Í Sosialinum í dag er longri samrøða við Olgu Kristinu Hansen, har hon eitt nú avdúkar hvussu framtíð hennara í føroyskum fótbólti sær út.










