Kundin fær enn ein møguleika

Teir báðir Rasmus Magnussen og Eyðun Egholm hava lagt el og telefyritøkurnar saman í eina, sum nú so smátt fer at taka kappingina upp við Føroya Tele. Í fyrsta umfarið verður dentur lagdur á at geva kundunum eina meira fullfíggjaða tænastu

Í útheiminum er alt meira vanligt, at fyritøkur leggja saman, soleiðis at tær standa sterkari i kappingini við aðrar. Í hesum liggur, at tær fáa betri og breiðari grundarlag at standa á, og á tann hátt kunnu veita kundum sínum eina enn betri tænastu.

Samanleggingar hava ikki verið so vanligar her heima, men tað er nakað sum týðir uppá, at ein broyting er á veg á hesum øki.

Føroya Tele hevur ikki longur einkarrætt at arbeiða við televiðurskiftum, og heldur ikki við at selja samskiftisútgerð.

Hetta gevur møguleikar, og tað hava teir báðir Eyðun Egholm og Rasmus Magnussen staðfest.

Teir hava eisini staðfest, at tað er betri at standa saman hóast fyritøkurnar arbeiða á hvør sínum øki.

Tí tað er ikki meira so sundurskilt, sum tað var.

Tí hava teir báðir avgjørt, at Eyðun Egholm keypir seg inn í fyritøkuna hjá Rasmussi Magnussen, Ravmagn, og at lata hesa skifta navn til »el & tele«.


Breiðari tænasta

Fyrsta endamálið við samanleggingini er, at veita kundunum eina breiðari tænastu.

Í nógvum førum er tað so, at ein elektrikari ger eitt arbeiði og tá hann er liðugur kemur telemaðurin á vitjan og ger sítt, og í mongum førum kundi hetta verið betri samskipað.

Tað er júst tað teir báðir ynskja at gera.

Teirra mál er, at gera arbeiði hjá kundum teirra einfaldari soleiðis at hann fær færri leverandørar at venda sær til.

? Kundin kann ringja til okkara um el-, tele-, og datauppgávur, so avgreiða vit alt í einum. Vit kunnu leggja teldukervi, elkervi og telefonkervi alt í einum, soleiðis at tá vit fara, so er bara eftir at seta teldurnar til, sigur Rasmus Magnussen, stjóri.

Og ynskir kundin at keypa eitt nú nýggja telefonskipan, ella vekslara, so er el & tele eisini ført fyri at taka tann partin við.

? Vit selja øll hugsandi sløg av telefonum. Vit selja vekslarar, vanligar telefonir, tráðleysar og fartelefonir, so tað er ikki fyri neyðini at fara til Froya Tele um so er, at ein ynskir at fáa sær ein vekslara, sigur Eyðun Egholm, sum er leiðari á telefonpartinum í fyritøkuni.


Kappast og samstarva við Føroya Tele

Sum sagt, so var einkarrætturin til telesamskifti tikin frá Føroya Tele fyri stuttum.

Tað merkir, at aðrar fyritøkur eisini kunnu fara inn og bjóða tær tænastur, sum Føroya Tele ger, og hóast tað skal ganga um netið hjá Føroya Tele, so hava teir, sambært lógini, skyldu til at lata nýggju leverandørunum pláss á sínum netið.

Henda treyt stendur í loyvinum, sum Føroya tele hevur fingið at virka eftir, og tað eru eftir øllum at døma fleiri fyritøkur, sum ætla sær at taka dystin upp við Føroya Tele.

Eisini el & tele.

? Vit hava søkt um loyvi til at virka til at veita kundum okkara nakrar tænastur, sum vit halda, vit kunnu gera bíligari og betri enn Føroya Tele, og tá endaligu loyvini fyriliggja, so fara vit í holt við tað eisini, siga teir báðir.

Teir hugsa sær, at seta upp innanhýsis skipanir, sum eitt nú kunnu vera í eini bygd, sum samstarvar um t. d. internetsamband.

? Tað er alt meira vanligt, at vera á Internetinum og vit kunnu t.d. hugsa okkum eina bygd, sum hevur eina høvuðsteldu standandi í skúlanum. Henda teldan kann hava fast samband við Internetið, og so kunnu borgararnir í bygdini keypa sær samskiftiskort, sum samskifta við høvuðstelduna og koma á netið á tann hátt, siga teir báðir.

Við hesum er ein telda bundin at netinum hjá Føroya Tele til ein ávísan prís, meðan hinar liggja til ein annan og bíligari prís.

Fyrimunir, ja, og eisini ein heilt annar háttur at samskifta uppá enn vit eru von við her heima.


Góðar framtíðar-

møguleikar

Nú fyritøkurnar báðar eru lagdar í eina, er spennandi at vita hvørjar vónir teir báðir hava til framtíðina.

? Vit hava eina rúgvu av kundum, og tað ræður líka nógv um, at halda tørn, so at arbeiðsbyrðan ikki gerst ov stór. Vit hava nógvar áhugaðar kundar, og teimum fara vit at gera alt fyri at veita eina góða tænastu, siga Rasmus Magnussen og Eyðun Egholm, sum leggja afturat, at kundagrundarlagið er stórt, tí enn eru nógvar fyritøkur, sum ikki hava vekslara, internet og annað, sum teir hava at bjóða.

? Vit eru ein lítil fyritøka, sum er løtt at umstilla, og tað er ein sera stórur fyrimunur, siga teir báðir.