Kundi verið verri

Hóast talan ikki gjørdist um dreymabólk, so kundi lutakastið væl verið verri, heldur Jógvan Martin Olsen, sum serliga heldur dystirnir móti Eysturríki ljóða sum spennandi uppgávur

Fótbóltur

 

- Eg vil siga bæði og. Sjálvandi kundi talan verið um onkur onnur lond, sum vit heldur vildu havt. Men hyggur tú at hinum bólkunum, so kundi talan væl eisini verið um munandi verri lutakast.

Soleiðis ljóðaðu fyrstu boðini, tá vit sunnukvøldið fingu fatur á føroyska landsliðsvenjarunum, sum saman við trimum øðrum FSF-umboðum var í Durban í Suðurafrika, har lutakastið til komandi HM-undankappingina var á skránni.

 

Gleðir seg til Eysturríki

Ikki minst eru tað komandi dystirnir móti Eysturríki, sum landsliðsvenjarin tykist gleða seg til.

- Hyggja vit at styrkisbólkinum, sum teir vóru í, so var tað nú betri, at vit fingu Eysturríki heldur enn Georgia. Og tað er væl í teimum dystunum, at vit hava frægastu møguleikarnar at fáa nøkur góð úrslit.

- Og so er tað jú eisini Eysturríki. Tað var jú við teimum, at alt byrjaði hjá føroyskum fótbólti í altjóða høpi, so eg rokni við, at tað er nakað, sum allir føroyingar gleða seg til.

Var Josef Hickersberger eisini til staðar undir lutakastinum, og fekst tú orðið á hann?

- Nei. Hann var ikki her. Men eg haldi kortini, at teir í eysturríksku leguni vóru sera kúrrir, tá okkara navn varð drigið úr pottinum. Og í øllum førum haldi eg, at vit frøddust meira enn teir um hetta lutakastið.

 

Sterk mótstøða

Um mótstøðuna í bólkinum annars sigur Jógvan Martin, at talan sjálvandi er um sera sterka mótstøðu.

- ´Nú fingu vit Frakland triðju ferð á rað, og tað virkar eitt sindur løgið. Men talan er jú um lið av heimsstjørnum, og vit hava áður sæð, hvat teir eru førir fyri at avrika.

- Rumenia og Serbia kenni eg ikki so væl, so eg fái illa úttala meg um teir. Men tað er einki at ivast í, at talan er um sterkar fótbóltstjóðir. Rumenia verður við til komandi EM-endaspælið, og í báðum førum er talan um lið, sum spæla eitt slag av fótbólti, sum vanliga passar illa til okkara spælistíl.

- Og Litava kenna vit jú. Hetta er triðja ferðin av seinastu fýra, at teir eru í bólki við okkum, og so er spurningurin, um vit hesa ferð kunnu vinna okkurt stig frá teimum, heldur Jógvan Martin.

 

Skráin løgd um tvær vikur

Sunnukvøldið fundaðust umboðini fyri ymsu londini í okkara bólki. Endamálið var at vita, um tað bar til sum skjótast at leggja eina dystarskrá, og hetta tykist ikki ómøguligt. Avtalað er, at fundur verður landanna millum í Wien tann 8. desember, og har skal altso undankappingin til HM í 2010 leggjast til rættis.