Seinasta hósdag, tá ið Venus landaði í Havn, hendi eitt óhapp, sum kundi havt fingið álvarsligar avleiðingar.
Kokkurin Óli Kyrrigerð hevði ringt eftir hýruvogni, tí hann skuldi í land.
Hýruvognurin var komin, tá ið Óli Kyrrigerð traðkai niður í eitt kúgveyga, men hann var áhælsin og datt niðurfyri.
Meira ella minni av tilvild sá hýruvognsførarin Niels Pauli Hjaltalin, at okkurt hendi, og hann leyp út úr bilinum.
Tá sá hann Óla Kyrrigerð liggja niður við bryggjuni.
Hann rópti á hinar menninar, og av tí teir vóru bangnir fyri, at maðurin skuldi verða kroystur millum skipið og bryggjuna, fóru teir við tveimum trukkum og trýstu Venus út frá landi.
Tað var ikki myrkt, tí óhappið hendi klokkan 10 um morgunin, men vindurin var nógvur og veðrið sum heild keðiligt.
Teir fingu hendur á einum enda, sum teir rættu niður til mannin, men hann orkaði ikki at toga seg upp.
Maðurin bant enda um armin, og við krana varð hann drigin upp á bryggjuna.
- Tað var neyðugt, tí tað var ikki sum at siga tað at fáa ein mann, sum vigaði 110 kilo upp á land, sigur Óli Kyrrigerð.
Hann hevði klæðir at skifta við og fór inn á Mest at lata seg í turr klæðir.
Óli Kyrrigerð sigur, at hann var øgiliga kaldur undir beltinum, men hann var ikki so vátur í erva, tí jakkin var trongur og virkaði sum ein froskmannabúni, so nógvur sjógvur slapp ikki inn um.
Av skipasmiðjuni fór hann í býin at keypa sær ein nýggjan jakka, og haðani til tryggingina, tí hann hevði mist brillurnar, og fartelefonin var oyðiløgd.
Seinnapartin fór hann við rutuni til Norðoyar, har hann býr.
Enn veit hann ikki, um hann fær nakað frá tryggingini.
Óli Kyrrigerð sigur, at var hýruvognsførarin ikki so kvikur, kundi hann tað sama verið kleimdur.
Hann fekk ongan skaða og kennir sær einki mein av upplivingini.
- Eg havi verið sjómaður, síðan eg var 14 ára gamal, so meira skal til fyri at geva mær ein hvøkk.