Løgmanssteypið
Lummaroknararnir mundu vera dúgliga á lofti, tá seinast umfarið í bólkaspælinum í kappingini um Løgmanssteypið varð leikt annan páskadag.
Sum tað verður nevnt aðra staðni á hesum síðum, so førdu skiftandi støðurnar alla tíðina til, at tað vóru ymisk lið, sum vóru úti úr kappingini, men leingi var tað tó so, at eingin av trý?arunum var heilt úti.
Fór seinasta sparkið hjá Hans Paula Samuelsen í dystinum millum VB og EB/Streymn ikki inn, hevði støðan nevnliga verið tann, at bæði KÍ og B36 høvdu verið nummar trý í sínum bólki. Bæði høvduavt 10 stig fyri sínar seks dystir, og bæði høvdu havt málmunin 11-8.
Kappingarreglurnar hjá FSF siga, at fyrst verður talt eftir stigum, síðani eftir innanhýsis dystum (sum sjálvandi ikki eru aktuellir her), síðani eftir málmuni og at enda eftir skoraðum málum.
Alla staðni her verður støðan tó tann sama, og sambæst Ísak Mikladal hevur FSF ikki frammanundan gjørt av, hvussu farast skal fram í slíkum føri.
Í landskappingini eru reglurnar annars, at talan í evsta føri verður um umdyst á uttanveltaðum vølli, og Ísak Mikladal viðgongur eisini, at tað ivaleyst vildi verið besta ítróttarliga loysnin, men sum sagt, so hevði FSF ikki tikið støðu til hetta frammanundan.
- Hevði tað hent, so máttu vit sjálvandi tikið støðu, og har eru so bara tvey í at velja. Antin lutakast ella umdyst, og ítróttarliga vildi umdysturin sum sagt verið tann rættasti.
Hvussu var og ikki, so kundi hetta kortini gera tað sama. Vágbingar mistu í evstu løtu, og tí gjørdist KÍ nummar tvey í sínum bólki, og skuldu teir tí ikki roknast við, tá serstaki trý?ara roknskapurin skuldi gerast upp.









