Hin 60 ára gamli útróðrarmaðurin úr Hirtshals, sum næst seinasta mánadag hvarv við útróðrarbáti sínum, kundi kanska verið bjargaður, um báturin var útgjørdur við eini sporingsskipan sum er kravd umborð á størri útróðrarbátum og skipum. Tað er TV2/Norður í Danmark, sum ber hesi sjónarmiðini.
Útróðrarbáturin við tí 60 ára gamla umborð hevði onga sporingsskipan, sum eisini verður rópt AIS, ið stendur fyri Automatisk Identifikations System.
Tað er sjálvboðið at hava eina slíka skipan umborð á bátum, sum eru styttri enn 15 metrar, og báturin hjá útróðrarmanninum úr Hirtshals var bert 10 metrar langur.
Allar flestu skip og bátar í Danmark yvir 15 metrar hava hesa skipan umborð, sum alla tíðina letur frá sær boð, ið siga, hvar skipið ella báturin er staddur.
- Eg eri ógvuliga fegin um hesa skipan, sum kanska skuldi verið lógarkravd fyri allar bátar, ið reka fiskiskap. Tað er í øllum førum ein góð trygd at hava eina slíka skipan.
Tað sigur fiskiskiparin, Jens Peter Hjermitslev, ið eigur útróðrarbátin, HG 214, í Hirtshals, við TV2/ Norður.
Tað var mánadagin hin 28. februar, at útróðrarbáturin HG 37 við tí 60 ára gamla útróðrarmanninum hvarv. Tað gjørdi leitingina trupla, at eingin visti, hvar leitast skuldi eftir horvnað útróðrarbátinum, sum ikki hevði AIS-skipan.
- Ein slík skipan hevði gjørt tað møguligt at sæð, hvar báturin var staddur, tá hann sendi seinastu signalini. Var skipanin umborð, kundi verið leitað á einum øki innanfyri fáar fjórðingar, men í staðin varð neyðugt at leita um alt Skagerak, sigur Allan Jellesen, sum leiðir bjargingarstøðina í Hirtshals.
Kravið í dag er, at útróðrarbátar, sum eru størri enn 15 metrar, skulu hava AIS-skipan umborð. Komandi ár fer bátamarkið, sum skal hava skipanina, niður í 12 metrar.